Eivør — Grát ei

Слушать Eivør — Grát ei

Текст Eivør — Grát ei

Grát ei fyri náttini,
Tó at hon tók tínar veingir.
Grát ei fyri myrkrinum,
Tó at tað sleit tínar streingir.
Grát ei fyri sólini,
Tó hon blindaði eygu tíni,
Tí hon vísti tær ein annan veg
Við skínandi strálu síni.Grát ei lítla vina mín.
Títt ljós so bjart man skína.
Eg skal biðja hestin mín
Bera byrðu tína.
Grát ei lítla vina mín,
Tí myrkrið brátt man rýma,
Og tá skalt tú vakna til ein sólskinsdag,
Har sólin bjørt man skína.Hvørt suð, hvørt sveiggj, hvørt andatak
Man grát so sáran linna.
Djúpt í hjarta veit eg, at
Tú sælan frið skal finna.
Grát ei lítla vina mín,
Tí myrkrið brátt man rýma,
Og tá skalt tú vakna til ein sólskinsdag,
Har sólin bjørt man skína.