Eivør — Brotin

Слушать Eivør — Brotin

Текст Eivør — Brotin

Tú ert brotin
Farin í tvíningar
Veingjaskotin
Finnur onga meining í nøkrum
Kennir teg læstan
Fastan í fjøtrumHvussu loysir tú
Hendan sálarknút?
Hvussu brýtur tú út
ímillum tær trongu rimarnar
út í ein opnan heim sum rúmar tær?Dansa vilt í náttini svørtu
Kenna ikki morgunin enn
Okkara brotnu hjørtu
Taka eitt fet í senn

Eg veit at tú
Ert ikki ólíkur mær
Undir hyljandi húð
Vovin úr sama vevnaði
Tráandi eftir eydnuni
Eins og eg

Dansa vilt í náttini reyðu
Kenna ikki morgunin enn
Berjast ímóti streyminum
Taka eitt fet í senn

Dansa vilt í náttini reyðu
Síggja ikki sólina enn
Ongantíð vóru vit eins og tey
Vit taka eitt fet í senn
Vit taka eitt fet í senn